Ófantaliga veðrið í gjár bar við sær, at ólag var á flúgvingini. Fyrrapartin var flogferðsla, og tá fór føroyska U-21 landsliðið á flog. Landsliðið er farið suður til Andorra, har dysturin verður týsdagin.
Nú er veðrið frægari, og trý flogfør eru farin úr Vágum. Eitt er leiguflogfarið við pólska landsliðnum. Ætlanin var, at pólska ferðalagið skuldi fara úr Føroyum seinnapartin í gjár, men tað bar ikki til, tí veðrið var so vánaligt.
Eitt annað flogfar, sum er lætt úr Vágum í morgun, er flogfar hjá Atlantsflog, sum klokkan 7.52 lætti úr Vágum við kós ímóti Prag. Fótbóltslandsliðið, sum í morgin klokkan 17 fer at spæla ímóti Kekkia á útivølli.
Triðja flogfarið, sum er farið úr Vágum í morgun, er flogfar hjá Atlantsflog, sum lætti klokkan 8.35 við kós ímóti Billund.
Sum niðanfyri standandi yvirlit vísir, so er einki flogfar lent í Vágum í morgun. Fyrsta flogfarið til Føroya í dag verður eitt hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn, sum er ætlað at lenda klokkan 15.10. Upprunaliga var tað væntað at lenda klokkan 15.10.