Páskaumfarið í bestu fótbóltsdeildini er av. Í teimum fimm dystunum, sum vóru spældir í dag, vóru fimm greiðir favorittar, og tað gekk akkurát soleiðis, sum tað varð roknað við.
KÍ og HB vunnu sannførandi sigrar. KÍ á útivølli ímóti 07 Vestur og HB í grannauppgerð á heimavølli ímóti AB.
Hjá Víkingi stóð av álvara á, men so eydnaðist tað fram ímóti dystarenda at skora sigursmálið í Fuglafirði. Tað var merkisvert mál, tí málskjútti var Géza Dávid Turi, sum skoraði fyri fyrstu ferð á besta liðnum, har hann nú hevur verið fastur maður á miðvøllinum síðani í 2020.
B36 vann trivaligan heimasigur ímóti B68, og so er raðfylgjan í topp fýra soleiðis, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at hon fór at verða. EB/Streymur hevur saman við bæði Víkingi og B36 seks stig, og tað er ógvuliga væl telvað av Sigfríði Clementsen og hansara monnum.
07 Vestur, ÍF og B68 eru á stigatalvuni, og hjá Jákupi á Borg og hansara monnum á Svangaskarði er tað vónbrot, at úrtøkan higartil bara er eitt stig. Merkisvert er tað, at B68 og eisimi TB og AB higartil bra hava spælt á útivølli.
Hjá AB og TB sær tað tungt út, nú tey einki stig hava vunnið, og hjá argjamonnum hevur tað ikki eydnast at skora mál í 270 minuttir pluss í teimum minuttunum, sum eru lagdir aftrat.
Felags fyri AB og TB er, at fýra teir næstu dystirnir vera á heimavølli, og B68 fer tríggjar tær næstu ferðirnar at spæla á Svangaskarði.
Tað hevur verið fregnast eftir, nær HB og KÍ fara at bresta saman fyri fyrstu ferð. Svarið er, at tað verður 14. mai í Gundadali. Áðrenn tað verður komið so langt, eru fimm umfør á skránni. Tað fyrsta verður longu mikukvøldið.
EB/Streymur – TB 2-1 (2-1)
1-0: Mikkjal Hellisá 4.
1-1: Samudeen Musah 20.
2-1: Rani Hansen 40.
ÍF – Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Géza Dávid Turi 89.
07 Vestur – KÍ 1-3(0-2)
0-1: Árni Frederiksberg 19.
0-2: Páll A. Klettskarð 43.
0-3: Claes Philip Kronberg 63.
1-3: Jasper Van Der Heyden 74.
HB – AB 4-0 (3-0)
1-0: Mikkel Dahl 3.
2-0: Mikkel Dahl 6.
3-0: Áki D. Samuelsen 32.
4-0: Mikkel Dahl 58.
B36 – B68 2-0 (1-0)
1-0: Bjarki C. Nielsen
2-0: Magnus Egilsson
Dómari: Rani A. Skaalum
KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 11 | 2 | 9 |
HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 10 | 1 | 9 |
Víkingur | 3 | 2 | 0 | 1 | 8 | 3 | 6 |
B36 | 3 | 2 | 0 | 1 | 5 | 2 | 6 |
EB/Streymur | 3 | 2 | 0 | 1 | 4 | 2 | 6 |
07 Vestur | 3 | 1 | 1 | 1 | 3 | 4 | 4 |
ÍF | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 2 | 3 |
B68 | 3 | 0 | 1 | 2 | 2 | 7 | 1 |
AB | 3 | 0 | 0 | 3 | 0 | 8 | 0 |
TB | 3 | 0 | 0 | 3 | 2 | 16 | 0 |
Mikudagin 12. apríl
ÍF – EB/Streymur
B68 - Víkingur
B36 – 07 Vestur
AB – KÍ
TB - HB