Tvey gull og eitt silvur við heim úr Farum

Føroyskir U15 leikarar í badminton vunnu fleiri heiðursmerki

Badmintonsamband Føroya
13. mai 2024 kl. 09:10

Síðsti bólturin, hesa ferð, er sligin í kappingini í Farum. Dagurin byrjaði við hálvfinalu í einmansleiki hjá gentum. Inga Guðrin Samuelsen møtti einari gentu úr Danmark, og vann hon hana trygt - 2-0. Settúrslitini vóru 21-7 og 21-10.

Finaluna vann Inga Guðrin Samuelsen uttan dyst, tí svenski leikarin trekti seg - so gull til Ingu Guðrin.

Síðsti dystur var ein rein føroysk finala í tvímansleiki hjá gentum. Her møttust Sarita Kvilt/Tóra Erlandsdóttir og Inga Guðrin Samuelsen/Hansina Mouritsen.

Tær spældu ein sera spennandi og drúgva finalu. Settini endaðu 21-19, 19-21 og 22-20.

So gull og silvur til Føroyar.

Dreingirnir møttu harðari mótstøðu, men stóðu seg væl og fingu læruríkar og mennandu dystir við sær heim.

Allir leikarar hava kýtt seg á vøllinum og koma heim aftur við nógvum upplivingum - bæði á vølli og uttanfyri.

Eitt væleydnað vikuskifti fyri føroyskt badminton.