Tvey fólk skotin uttanfyri sjúkrahús í París

Tvey fólk eru blivin skotin frammanfyri Reyða Kross-sjúkrahúsið, Henri Dunant Sjúkrahúsið í franska høvuðsstaðnum, París

Sigurjón Einarsson
12. apríl 2021 kl. 15:40

Eitt fólk hevur mist lívið, meðan støðan er hættislig hjá hinum, sum varð skotin.

Tað skrivar millum annað Reuters og franski miðilin, France24.

Brotsmaðurin tók sær til rýmingar frá staðnum á einari motorsúkklu og er framvegis ikki tikin.

Skottilburðurin hendi nærhendis Eiffeltornið.

Borgarstjórin í lokala økinum – París 16. Býarpartinum, ið liggur vestanfyri Eiffeltornið á mótsettu síðu av Seine-ánni, sum rennur gjøgnum París, sigur, at talan ikki er um eitt yvirgangsálop.

Sambært Le Figaro er tað ein maður og ein kvinna, ið eru blivin skotin við Henri Dunant Sjúkrahúsið. Lokalar keldur siga fyri miðlinum, at tað er maðurin, sum hevur mist lívið. Kvinnan er illa særd og fær viðgerð.

Tað er enn óvist, hvør orsøkin er fyri skottilburðinum.

Kelda: Reuters