Tvey fólk hava fingið skotløstir í einum skottilburði í Narsaq í Grønlandi seinnapartin í gjár, og trý onnur fingu skaða - tó ikki av skotum.
Tað veit grønlendska kringvarpið, KNR, at siga.
Vaktleiðarin í grønlendsku løgregluni váttar fyri KNR, at løgreglan fekk fráboðan um tilburðin stutt fyri klokkan 17 í gjár, og ein maður varð handtikin í sambandi við tilburðin ein hálvan tíma seinni.
Tvey bæði fólkini, ið fingu skotløstir, eru uttan fyri lívsvanda.
Hini trý fingu løstir av lutum, sum fóru í knús, tá skotini raktu tey, kunnar vaktleiðarin.
Løgreglan sigur, at orsøkin til tilburðin er framvegis ógreið, men at løgreglan er í ferð við at kanna málið.