Eitt sindur áðrenn midnátt føroyska tíð byrjaði ein veljarafundur hjá Donald Trump í statinum Pennsylvania. Men hann varð brátt avbrotin, tá ið fleiri skot hoyrdust, og forsetavalevnið varð lagdur niður av Secret Service agentum.
Donald Trump sjálvur bleiv raktur í høgra oyra. Hóast nógva bløðing og ein stóran skelk, hevur hann tað eftir umstøðunum gott. Fleiri áskoðarar eru raktir, og ein er deyður.
Byrsumaðurin, 20 ára gamli Thomas Matthew Crooks, varð skotin og dripin av Secret Service aftaná tilburðin. Tað skrivar The Guardian. Maðurin var sjálvur limur í Republikanska flokkinum, men varð ikki kendur av løgregluni fyrr enn nú. Húsini hjá Crooks eru nú avbyrgd meðan ein størri kanning av tilburðinum verður gjørd, skrivar The Guardian.
Valdystur fyribils steðgaður
Núverandi forsetin og valevni hjá Demokratiska flokkinum, Joe Biden, hevur fyribils stegðað allar vallýsingar vegna virðing fyri umstøðunum hjá kappingarneytanum. Hann var eisini skótur at fordøma drápsroyndina, og sigur á X at tílíkur harðskapur hoyrir ikki heima í USA.
Men tilburðurin kann tó hava stórar avleiðingar fyri sjálvan valdystin kortini. Reuters forklárar at fleiri hava víst stuðul til Donald Trump aftaná tilburðin. Veddingarfyritøkur spáa eisini størri líkindi fyri ein sigur til Trump síðani hendingina.