Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Bilførari misti tamarhaldið á bilinum á bilinum í hálku

Áki Bertholdsen
6. desember 2023 kl. 15:43

Um miðdagsleitið í dag hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á vegnum Úti í Grøv í Klaksvík.

Ein bilur kom suðureftir tá ið bilførarin misti tamarhaldið á bilinum í hálku. Bilurin fór á glið og rendi beint í gronina á einum bili, sum kom norðureftir.

Bilførararnir vóru einsamallir í bilinum og teir fóru báðir á Klaksvíkar Sjúkrahús – og annar var síðani fluttur á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan sigur, at tann bilførarin hevur eitt beinbrot og tí var neyðugt at fáa hann á Landssjúkrahúsið.

Bilarnir fingu stóran skaða og máttu flytast av óhapsstaðnum við lastbili.

Vegurin var stongdur eitt skifti ímeðan hann var ruddaður og tað elvdi til nakað av bíðitíð.