Tvey flogfør rendu saman á Heathrow flogvøllinum

Í kvøld rendu tvey flogfør saman á lendingabreytini á Heathrow flogvøllinum. Talan var um ein minni samanstoyt millum eitt flogfar hjá Icelandic Air og eitt flogfar hjá Korean Air

(Mynd: unsplash).
Kristian Waag Dam
28. september 2022 kl. 23:26

Í kvøld rendu tvey flogfør saman á lendingabreytini á Heathrow flogvøllinum. Talan var um ein minni samanstoyt millum eitt flogfar hjá Icelandic Air og eitt flogfar hjá Korean Air.

- Ongin fráboðan um skaða hevur verið, men neyðhjálpin er komin fyri at tryggja sær, at øll ferðafólkini og starvsfólkini kenna seg trygg og hava tað gott, segði ein talspersónur hjá Heathrow flogvøllinum sambært bretska tíðindamiðlinum The Telegraph.

Higartil hevur samanstoyturin ikki havt stórvegis ávirkan á flogferðsluna á flogvøllinum, men flogvøllurin hevur allíkavæl heitt á tey ferðandi um at spyrja flogfeløgini, sum tey flúgva við, um nakrar tillagingar eru gjørdar.

Dan Sabbach, ið starvast sum journalistur á bretska tíðindamiðlinum The Guardian, og var umborð á flogfarinum hjá Korean air, skrivar soleiðis um hendingina á Twitter:

- Eg var á hesum flogfarinum, men eg kann ikki siga at vit merktu nakað innan í flogfarinum. Ongin vandi at síggja, heldur ongin fekk skaða.