Tað hevur verið serstakliga hált hesar seinastu dagarnar og tað er tað aftur í morgun.
Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan fingið boð um eini 20 ferðsluóhapp har hálka hevur havt ein avgerðandi leiklut. Og aftur í morgun hevur telefonin ringt tvær ferðir at boða frá ferðsluóhapp í hálkuni.
Løgreglan sigur, at í nátt, áðrenn vegurin varð saltaður, kom ein stórur bilur hjá Posta illa fyri á veg niðan úr Syðrugøtu. Brádliga fór hann á glið og endaði í bilaverjuni, men hann slapp hvørki aftur ella fram.
Og tá ið eitt fólk í Funningsfjørði skuldi til arbeiðis í morgun, fór bilurin á glið, áðrenn hann kom á landsvegin.
Bilførarin fekk einki gjørt, so bilurin fór oman av. Løgreglan og sjúkrabilur fóru á staðið og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar - men tað var einki sum bendi á, at hann hevði fingið nevnivert av skaða.
Landsverk saltar vegirnar, men løgreglan sigur, at tað er serliga innanbíggja, har tað ikki verður saltað, at tað er hált. Og tey siga, at eftir tí, tey hava frætt, er tað serliga í norðara parti í Eysturoy, at tað er hált.
Annars boðar Landsverk frá hálku í Sandoy og í Streymoy, men eftir veðurforsøgnini verður tað lýggjari sum vikan líður.