Tað hevur verið rættiliga kalt seinastu dagarnar og tað merkir, at tað hevur eisini verið hált at koyra.
Í gjárkvøldið hendu tvey ferðsluóhapp í hálkuni, tí tað kom óvart á bilførararnar. Men talan var um smá óhapp, har bilarnir gliðu út av. Fólkaskaði var eingin og bilarnir fingu heldur ikki nevnivert av skaða.
Løgreglan sigur, at báðir bilarnir høvdu góð dekk undir.
Tað er eisini rættiliga hált fleiri staðni í morgun, eitt nú í Hvalba, í Kollafjørði, í Streymnesi og aðrastaðni, serliga í fjøllunum.
Fyrrapartin í gjár var vegurin eisini hálur á Skipanesi, men tað var ikki av kulda og kava. Løgreglan sigur, at har var rættiliga nógv olja á vegnum, so tað var rættiliga hált at koyra.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki hvaðani oljan stavvar, men Landsverk fekk boðini og tey vóru skjót at spula vegin reinan aftur.
Seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava hassj uppi á sær.