Tvey ferðsluóhapp í gjár - mjørki kann hava havt ein leiklut

Fýra fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar

Áki Bertholdsen
11. mai 2024 kl. 14:30

Í gjár hendur tvey ógvuslig ferðsluóhapp, sum elvdu til stóran materiellan skaða. 

Í gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp á strekkinum ímillum Norðskálatunnilin og rundkoyringina til Eiðis.

Løgreglan sigur, at talan er um ein bil, sum stendur parkeraður við vegjaðaran, men so kemur ein bilur aftanífrá og renur upp í reyvina á honum.

Bilførararnir vóru einsamallir í bilinum og teir fóru báðir á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí teir høvdu fingið nakað av skaða. Men bilarnir báðir fingu stóran skaða. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi og tey vita heldur ikki, hví tann eini bilurin stóð parkeraður. Men tey siga, at tað var mjørki og tað kann hava havt ein leiklut.

Seinnapartin hendi eisini eitt ferðsluóhapp við Norðradalsskarð, har tveir bilar stoyttu saman og fingu fitt av skaða. Eisini í hesum føri vóru bilførararnir einsamallir í bilinum og teir fóru báðir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað var mest av trygdarávum tí at síggja til høvdu teir ikki fingið skaða.

Løgreglan veit heldur ikki ordiliga, hví hetta óhappið hendi. Men tey siga, at tað var so kavsvart í mjørka, at tað var ikki síggjandi fram um bilin og tað kann hava havt ein leiklut.