Klokkan fýra í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bildur var farin út av vesturi í Vágum, ímillum Bø og Gásadal.
Fýra mans vóru í bilinum og løgreglan sigur, at talan var um eitt ógvusligt óhapp og bæði sjúkrabilar og bjargingarfólk vórðu send á staðið.
Bjargingarfólk máttu klippa bilin sundur fyri at fáa allar úr bilinum ,og teir vórðu allir fýra síðani fluttir á Landssjúkrahúsið við ymsum snuddum - men eingin er í lívsvanda kortini.
Talan er um útlendingar, sum eru komnir til Føroyar at arbeiða. Teir boðaðu sjálvir frá óhappinum við tað, at teir ringdu til ein á arbeiðsplássinum, sum síðani ringdi til løgregluna.
Men Løgreglan sigur, at ímeðan teir eru í ferð við at bjarga monnunum, finna tey út av, at ein annar bilur er eisini farin út av beint við, men har var einki fólk í honum.
Fyribils metir løgreglan sostatt, at samanhangur er ímillum bæði óhappini. Tey meta, at bilurin, sum var tómur, er farin út av, men so hava teir, sum vóru í honum, ringt eftir hinum bilinum at koma eftir teimum - og so er eisini hann farin út av.
Løgreglan hevur eisini illgruna um, at rúsdrekka var uppií, so blóðroynd er tikin av øllum fýra monnunum.
Teir eru rættiliga skelkaðir eftir óhappini, so enn hevur løgreglan ikki fingið avhoyrt menninar, men tað verður tá ið høvið býðst.