Seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt hjá løgreglun. Men í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at herverk varð gjørt á tvey prutl sum stóðu parkerað við Eysturskúlan. Eitt nú varð annað prutlið tveitt oman ígjøgnum einar trappur og hevði fingið skaða.
Løgreglan fer nú at kanna málið og eru nøkur vakmyndatól har um vegir, verða myndirnar av teimum eisini kannaðar.
Og í gjár hendi eisini eitt heldur óvanligt ferðsluóhapp í Hvalvík. Har hevði onkur lagt eitt tog við vegin og fyri at halda togendanum, varð ein steinur lagdur oman á hann.
Men tað ansaði ein bilførari ikki eftir, so hann rendi á steinin og bilurin fekk nakað av skaða. Hann er vístur til tryggingina og sum skilst ger løgreglan ikki meiri við tað - og søgan sigur einki um, hví eitt tog lá á vegnum og hví ein steinur lá endanu,.
Annars hevur løgreglan tikið nummarpláturinar av átt bilum í Norðurstreymoy, har eigarin ikki hevur goldið trygging ella vegskatt, ella har eigarin ikki er møttur til sýn við bilinum.
Um vikuskiftið fekk ein bilførari klipp í koyrikortið í Saltangará, og ein bilførari varð tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.