Tveir tilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum

Sigurjón Einarsson
21. juni 2021 kl. 10:53

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Báðir tilburðir eru partur av kendari smittuketu.

706 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 298.641 kanningar.

768 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755fólk eru staðfest frísk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum, sambært heimasíðuni corona.fo.

Í løtuni eru 12 fólk smittað við koronu, sambært heimasíðuni corona.fo. Einki verður nevnt um, hvussu nógv fólk eru í sóttarhaldi.

804 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 804 fólk koppsett. 84 fólk fingu fyrra prikið og 720 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 25.952 fólk fingið fyrru koppsetingina, hetta svarar til 48,7 prosent av fólkatalinum. 16.505 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Hetta svarar til 31 prosent av fólkatalinum.

Tilsamans 42.457 kopppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum.