Tveir tilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 14:05

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Báðir tilburðirnir hava samband við hvønnannan, men tað er ikki greitt, hvør smittukeldan er. 

721 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 296.144 kanningar.

760 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 744 fólk eru staðfest frísk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum, sambært heimasíðuni corona.fo.

Í løtuni eru 15 fólk smittað við koronu, meðan 39 fólk eru í sóttarhaldi.

987 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 987 fólk koppsett. 62 fólk fingu fyrra prikið og 925 fólk fingu seinna prikið.

Nú hava 25.856 fólk fingið fyrru koppsetingina, meðan 15.617 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru sostatt liðugt koppsett.

Tilsamans 41.473 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.