Tveir persónar skaddir aftaná ólukku í Tivoli Friheden

Løgreglan er til staðar í Tivoli Friheden í Aarhus og allir gestirnir eru farnir út, eftir eina ólukku í einum russjibana

(Mynd: unsplash).
Kristian Waag Dam
14. juli 2022 kl. 14:20

Løgreglan er til staðar í Tivoli Friheden í Aarhus og allir gestirnir eru farnir út, eftir eina ólukku í einum russjibana

Fyri løtu síðan var Tivoli Friheden í Aarhus brádliga latið aftur. Allir gestirnir vóru við eitt bidnir um at fara av staðnum.

Løgreglan hevur váttað fyri Danmarks Radio, at tey bóðu fólk um at fara úr Tivoli Friheden, eftir at at ein borgari ringdi inn til løgreluna klokkan 12:50 danska tíð. Hann ringdi inn, tí ein vognur í einum russjibana sat fastur.

Sambært Henrik Ragborg Olesen, fyrisitingarstjóra í Tivoli Friheden, so er talan um tveir persónar, sum hava fingið skaða, eftir eina hending í 25 metra hædd í russjibananum Cobra, ið kann ferðast heilt upp til 70 kilometrar um tíman.

- Tað sum hendur er, at tann aftasti sættaparturin av vogninum knekkar eitt sindur og fer av skinnarunum, sum hann koyrir á. Báðir persónarnir, sum sótu aftast, eru tíanverri komnir til skaða, sigur Henrik Ragborg Olesen, sambært Danmarks Radio.

Enn kann hann einki siga um, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum báðum persónum, sum fingu skaða. Hann kann heldur ikki vátta um talan er um børn ella vaksin.

- Tá slíkt hendur, velja vit at lata russjibanarnar aftur og fáa fólk út. Tað fór fram stillisliga og róligan við hjálp frá øllum starvsfólkunum, og vit arbeiða við at skipa fyri sálarfrøðiligari viðger til øll, ið kunnu hava tørv á tí, sigur fyrisitingarstjórin í Tivoli Friheden, Henrik Ragborg Olesen.