Hetta vikuskiftið hava tvey stór tiltøk verið, í Kollafjørði hava tey hildið Sundalagsstevnu og í Skálafjørði var tónleikafestivalurin, Fjarðarok.
Men løgreglan sigur, at tað hevur verið avbera friðarligt. Men kortini hava tveir mans fingu eina bót, sum teir uttan iva fara at iðra seg um, tá ið kenningin er runnin av aftur.
Av Sundalagsstevnuni hevur løgreglan einki frætt og tað einasta stríðið tey høvdu av Fjarðaroki, var at baksast við ein fullan mann.
Hann var sovnaður, men tá ið løgreglan vakti hann, vildi hann ikki siga, hvussu hann æt.
Tað hava fólk skyldu til at upplýsa tá ið løgreglan biðjur um tað, men til endans eydnaðist kortini at fáa greiði á, hvør hann var - og nú fær hann so eina bót sendandi fyri tvørheit.
Ein annar maður var eisini tvørur í Havn í nátt. Hann var til so stóran ampa fyri onnur, at hann fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.