Tveir mans varðhaldsfongslaðir fyri harðskap

Teir vórðu tiknir tíðliga leygarmorgunin

Áki Bertholdsen
14. apríl 2024 kl. 10:24

Í gjár vórðu tveir mans førdir fyri rættin við kravi um, at teir skuldu varðhaldsfongslast.

Tað var leygarnáttina eftir at skeinkistøðini høvdu latið aftur klokkan fýra, at komu menn til ilnar uttan fyri eitt matstað í Havn, sum hevði opið. 

Løgreglan sigur, at ein maður fekk snuddir og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og at staðfesta skaðarnar.

Løgreglan sigur, at tey fingu at vita, at talan var um tveir gerningsmenn og tíðliga ú gjáramorgunin vórðu teir handtiknir. Løgreglan sigur, at teir vórðu tiknir á løgreglustøðina og koyrdir í brummuna. 

Og í gjár gjørdi løgreglan av at føra teir fyri rættin við kravi um, at teir skuldu varðhaldsfongslast. Og tað gav dómarin teimum viðhald í. 

Teir vórðu førdir fyri rættin seinnapartin í gjár og har varð annar maðurin varðhaldsfongslaður í níggju dagar, men hin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið og at finna út av, akkurát, hvat tað er, sum er farið fram. 

Í hesum sambandi skulu tey tosa við tey, sum eru uppi í málinum, og við vitni, og samstundis fara tey at kanna vakmyndatól á økinum.