Tvær ferðir hesar báðar seinastu dagarnar hevur boð verið eftir løgregluni, at koma heim til fólk, tí menn hava verið harðligir við makan.
Løgreglan sigur, at í báðum førum var brennivín uppií og í báðum førum vóru menninir handtiknir og lagdir í brummuna at sova rúsin av sær.
Tá ið teir eru vorðnir so frætt edrúir aftur eru teir avhoyrdir og leyslætnir. Men teir eru báðir skuldsettur fyri harðskap ímóti makanum, so teir frætta aftur frá myndugleikunum. Báður makarnir fingu skaða av harðskapinum og teir hava verið hjá lækna við tí endamáli at skjalprógva skaðarnar til próvførsluna í sakini ímóti monnunum.
Í slíkum førum roynir løgreglan at tosa við partarnar um hvørjir møguleikar eru – og um annar parturin skal flyta, ella um kvinnan skal venda sær til kvinnuhúsið. Men tað er heldur ikki ókent, at tey halda fram at búgva saman.
Løgreglan sigur, at uppundir jól, og á jólum, eru fleiri fráboðanir av hesum slagi, enn annars. Tað eru eisini fleiri, sum ringja til løgregluna at práta, ella at biðja um góð ráð, tí tey stúra fyri jólunum, ella ikki hava tað gott, tí at tey, onkusvegna, hava ring minni um jólini.