Í morgun hevur løgreglan tveir mans liggjandi í brummuni, har teir hava sovið í nátt.
Teir eru báðir tiknir fyri harðliga framferð. Annar varð tikin á flogvøllinum í Vágum. Hann var komin við flúgvaranum úr Danmark, men tá ið hann kom í land, varð hann so harðligur og ólátaður ímóti einum tollara, at tey ringdu eftir løgregluni.
Løgreglan tók mannin og koyrdi hann í brummuna. Løgreglan sigur, at hann var so fullur, at tað nyttaði ikki at avhoyra hann í gjár, so hann verður útpurraður seinni í morgun og so verður hann avhoyrdur. Løgreglan skal eisini tosa við tollararnar og hyggja at myndin frá vakmyndatólunum á flogvøllinum.
At gera seg inn á ein tollara ímeðan hann er í ferð við at útinna sítt arbeiðið, verður tikið rættiliga alvorligt, so nú skal løgreglan fáa greiði á, hvussu málið skal avgreiðast.
Hin maðurin, varð tikin norðan fyri tí hann hevði verið í hornatøkum við ein annan. Hin maðurin varð ikki tikin, men nú skal so løgreglan eisini tosa við teir.
Sum málið liggur nú, fara teir at fáa 3.000 krónur í bót í part fyri at bróta skilhaldsreglurnar.