Nú er tað greitt, at Jensa Tórolvsdóttir og Mona Rasmusardóttir aftur fara at eiga heimavøll í Sarpugerði, og at Víkingur fær styrk av tveimum landsliðsspælarum.
Síðsta árið hevur Jensa Tórolvsdóttir verið í Thy ThistedQ í bestu donsku deildini, og í summar varð Mona Rasmusardóttir ein av liðfeløgum hennara. Tær fluttu báðar úr Víkingi og niður til Jylland at spæla fótbólt.
Hóast tær eru 22 ára gamlar, so hava tær báðar longu verið partur av A-landsliðnum í fleiri ár, og tað er eingin ivi um, at Jensa og Mona fara at styrkja um besta kvinnuliðið hjá Víkingi.
Sambært faroesoccer.com hevur Jensa Tórolvsdóttir spælt 106 dystir og skorað 62 mál í bestu føroysku deildini. Hon hevur verið 26 ferðir á landsliðnum, har hon hevur skorað trý mál.
Mona Rasmusardóttir hevur spælt 91 landskappingardystir í bestu deildini, og hon hevur skorað 23 mál. Hon hevur verið 17 ferðir á landsliðnum, har hon hevur skorað eitt mál.