Tveir landsdystir vera í februar
Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið fer á venjingarlegu í Malta um ein mánaða
FSF/Hans Erik Danielsen
26. januar 2024 kl. 11:30
Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, fer A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta frá 19. til 27. februar.
Og umframt venjingar, skulu føroysku kvinnurnar eisini spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta mikudagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania leygardagin 25. februar.
Báðar dagarnar er avspark klokkan 17:00.
Hvørji mótstøðulondini verða í EM-undankappingini, verður avgjørt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.