Tveir ísraelskir gíslar afturat eru deyðir

Tveir av gíslunum, ið vóru tiknir til fanga undir yvirgangsálopinum hjá Hamas tann 7. oktober í fjør, eru deyðir

Ragnar Sjúrðarson
22. juli 2024 kl. 13:30

Tveir av gíslunum, ið vórðu tiknir til fanga undir yvirgangsálopinum hjá Hamas tann 7. oktober í fjør, eru deyðir.

Tað váttar ísraelski herurin (IDF) í morgun. 

IDF skrivar á X, at herurin í dag hevur kunnað familjunum hjá 35 ára gamla Yagev Buchshtab og 76 ára gamla Alex Dancyg, at teir ei longur eru á lívi:

Báðir tveir vórðu rændir frá heimi sínum í suður Ísrael tann 7. Oktober 2023, og hava seinastu 290 dagarnir verið gíslar í Gaza, inntil teir andaðust.

Sambært ísraelskum myndugleikum verða 120 gíslar framvegis hildnir til fanga í Gaza.