Tveir íslendingar nevndir í sambandi við Nobel heiðurslønina

Nobel heiðurslønin í bókmentum verður latin klokkan 12 í dag. Tveir íslendingar eru nevndir sum sannlíkir vinnarar

Guðrun í Jákupsstovu
5. oktober 2017 kl. 11:18

Nobel heiðurslønin í bókmentum, mann roknast sum størsti heiður ein rithøvundur kann fáa. Tær verða latnar í dag, klokkan 12 føroyska tíð.

Í fjør blivu nógv fólk tikin á bóli, tá kendi amerikanski tónleikarin og yrkjarin, Bob Dylan, fekk heiðurslønina.

Hvørt ár eru nógv fólk, ið gera gitingar um, hvør rithøvundur er mest sannlíkur at vinna heiðurslønina í ár. Langir listar eru gjørdir við hesum gitingunum, og í ár eru tveir íslenskir rithøvundar nevndir, rættiliga ovaliga á listanum. Tað upplýsir íslenska ríkisútvarpið, RÚV.

Talan er um rithøvundarnar Sjón og Jón Kalman Stefánsson.

Sjón er kendur fyri bøkurnar "Skugga-Baldur" og "Mánasteinur". Jón Kalman Stefánsson er m.a. kendur fyri tríverkið, "Himmiríki og helviti", "Einglanna sorg" og "Mannsins hjarta". 

Teir báðir, Sjón og Jón Kalman Stefánsson, liggja á 10. og 11. plássi á listum yvir sannlíkar vinnarar til ársins Nobel heiðursløn.
Umframt íslendingarnar báðar, liggur eisini norski Jon Fosse rættiliga ovaliga, nevniliga á einum 5. plássi. Jon Fosse er m.a. kendur fyri bókina "Út at sjala ross", ið er týdd til føroyskt.