Tveir grønlendingar á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn smittaðir

Tó er eingin smitta á føroyska sjúklingahotellinum, sum hevur felags uttanduraøki við grønlendska sjúklingahotellið.

Ari av Rana
21. januar 2021 kl. 11:32

Grønlendski public service stovnurin KNR visti í gjár at siga, at smitta varð staðfest á grønlendska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

KNR skrivar, at tað eru tveir sjúklingar, sum hava fingið staðfest smittuna og at sjúklingar í allan gjár vórðu koyrdir til og frá kanningum.

Eingin smitta á føroyska sjúklingahotellinum

Grønlendska sjúklingahotellið er í sama bygningi, sum føroyska sjúklingahotellið. Tó at grønlendsku og føroysku sjúklingarnir ikki ganga millum bygningarnar, so er felags uttanduraøki.

Lene Juul Hallig, leiðari á føroyska sjúklingahotellinum, sigur seg einki kenna til støðuna á grønlendska sjúklingahotellinum og sigur, at eingin smitta er á føroyska sjúklingahotellinum.

- Vit hava mest sum einki samband við grønlendska sjúklingahotellið. Eg veit, at tey hava valt eina aðra strategi enn vit hava, har vit valdu at lukka hart niður og hava nógvar og harðar avmarkingar, sigur Lene Juul Hallig.

Leiðarin greiðir frá, at á føroyska sjúklingahotellinum ganga øll við munnbindi allatíð. Har eru heldur eingir gestir og sjúklingarnir koma nærum als ikki í samband við hvønn annan. Sjúklingarnir eru ikki á felags økjum og møtast ikki á gongini. Til morgunmat, døgurða og nátturða fáa tær fýra ymisku hæddirnar ymisk tíðspunkt at eta og frástøða verður hildin. Sum heild eru sjúklingarnir fyri seg sjálvar á kamarinum.

Lene Juul Hallig greiðir frá at einasta tíðspunktið, har nakar á føroyska sjúklingahotellinum møguliga kemur í samband við tey á grønlendska, er um tey fara út at roykja á uttanduraøkinum. Men eisini tá halda tey stóra frástøðu.

Hava havt smittu

Føroyska sjúklingahotellið hevur havt smittaðar sjúklingar. Fyrstu ferð var í fjør summar, tá ein sjúklingur og ein fylgjari vóru smittaðir. Í desember var aftur ein sjúklingur smittaður. Lene Juul Hallig greiðir frá, at sjúklingarnir eru smittaðir á Ríkissjúkrahúsinum.

Danir hava sett sera harðar avmarkingar í danska samfelagnum, og leiðarin sigur, at á føroyska sjúklingahotellinum hava tey valt at fylgja teimum avmarkingum.