Tveir føroyskir svimjarar luttaka í European Para Youth Games

Hesa vikuna eru tveir svimjarar frá Havnar Svimjifelag, Max Aron Bjarnarson og Andrias Mellemgaard í Finnlandi, har teir luttaka í European Para Youth Games

Tíðindaskriv
30. juni 2022 kl. 08:58

EPYG ein stevna har ungdómar úr øllum Europa hava høvið at kappast í ítróttagreinunum svimjing, frælsum ítrótti, boccia, borðtennis, goalball, koyristóls kurvabólti, judo, sitandi flogbólti og showdown.

Umleið 400 ítróttarfólk luttaka í stevnuni, har svimjing hevur flest luttakarar við umleið 110 ungdómum.

Stevnan er samstundis eitt gott høvi hjá nýggjum paraíðkarum at blíva flokkaðir, sum er krav fyri at luttaka í altjóða parakappingum.

Max Aron og Andrias blivu flokkaðir týsdagin og komu í flokkarnar S9, SB9, SM9, ið millum annað umfatar tey ið mangla part av útlimi.

Stevnan er frá 27. juni- 4. juli, har fyrstu dagarnir fara við at flokka nýggjar luttakarar og venja seg við umstøðurnar.

Setanin verður í dag, hósdag, og svimjikappingarnar verða fríggjadagin og leygardagin.

Hóast royndir í kappingum í Føroyum, er tað fyrsta ferðin at hesir báðir svimjararnir, sum báðir eru 12 ára gamlir luttaka í altjóða kapping, og er endamálið at teir, umframt at blíva flokkaðir, venja seg við størri kappingar, og menna seg sum svimjarar.

EPYG er annaðhvørt ár, og hevur nøkur ár á baki, men er hetta fyrstu ferð at vit hava føroyska umboðan.

Luttøkan hesuferð er tí eisini eitt gott høvi hjá Parasport Føroyum at kunna seg um stevnuna, og vónandi kunna bjóða fleiri ungum føroyskum paraíðkarum at verða við í framtíðar stevnum.

Við í ferðalagnum eru, umframt Max Aron og Andrias, Rakul Arnfríð Dam og Fríði Dam Lindberg venjarar í Havnar Svimjifelag og Tróndur Ravnsfjall umboðandi Parasport Føroyar.

Úrslit og onnur kunning um kappingarnar sæst á www.epyg2022.fi

Videobrot um flokking í paraítrótti: https://youtu.be/fZZXsdQB9KQ