Laila Carlsen, vinstrumegin og Malan Eyðunsdóttir, fara at syngja í Klaksvík
Tveir føroyskir sangarar afturat á summarfestivalin
Laila og Malan hava sungið nógv saman
Áki Bertholdsen
9. juli 2024 kl. 12:30
Tað legst afturat hjá Summrfestivalinum í Klaksvík og nú verður kunngjørt, at eisini tær báðar sangarindurnar, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir, fara at syngja á festivalinum, sum verður 8.,9. og 10. august.
Tær hava verið við í ymiskum bólkum og kórum, men tær hava eisini sungið tværeinar. Eitt nú Laila veroð við í bólkinum, Carlsen, sum var við í danska Grand Prixnum í. 2018.
Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur givið tónleik út undir egnum navni.
Laila & Malan hava sungið nógv saman, og tær vóru báðar við í bólkinum, Flamma, siga fyrireikararnir.