Tveir føroyingar í donsku steypafinalunum í flogbólti

Leygardagin verða finalurnar í donsku steypakappingunum leiktar í Aarhus, og í bæði mans- og kvinnufinaluni eru føroyingar á liðunum

Mynd: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (nr. 5) fyri Brøndby VK og Áslakur Holm (nr. 14) fyri VK Vestsjælland hita upp til hálvfinalurnar.
Ragnar Sjúrðarson
3. februar 2023 kl. 21:36


Hjá monnum spælur Áslakur Holm við VK Vestsjælland og hjá kvinnumum spælur Súsanna Sólrunardóttir Ludvig við Brøndby VK. 

Hálvfinalurnar vórðu leiktar í kvøld, og hjá monnunum vann Vestsjælland 3-2 á Gentofte Volley. Vestsjællandi vann tey bæði fyrstu settini, men mundi síðan lorkað finaluplássið burtur, eftir at hava tapt triðja og fjórða sett og verið aftanfyri 13-12 í javnbrótaraum. Men so vann Vestsjælland næstu trý stigini og settið 15-13 og tryggjaði sær sætið í finaluni. 

Finalan, sum verður spæld leygardagin kl. 11:30 føroyska tíð, verður ímóti Marienlyst Volley, sum somuleiðis vann 3-2 í sínari hálvfinalu ímóti Nordenskov UIF.  

Hjá kvinnunum skuldu Súsanna og tær í Brøndby eisini longu leiðina umvegis ein fimmsettara fyri at vinna seg í finaluna eftir 3-2 sigur á DHV Odense. Brøndby var annars aftanfyri 2-1 í settum og aftanfyri 14-9 í fjórða setti, tá dysturin vendi, og Brøndby vann 25-21. Góðu gongdina tók Brøndby við sær í javnbrótaran, og har var eingin ivi, og Brøndby vann 15-9. 

Kvinnufinalan verður spæld leygardagin kl. 14 føroyska tíð. Hon verður ímóti antin ASV Elite ella Holte IF.