Sum heild var rættiliga friðarligt hjá Løgregluni í gjár. Løgreglan sigur, at í gjár varð ein ær, og eitt lamb yvirkoyrd í Trongisvági og bæði doyðu. Ærin og lambið vórðu fyrs yvirkoyrd av einum bili, men so var tað so óheppið, at tey yvirkoyrd eina ferð afturat av einum mótkoyrandi bili, og har var endin vísur.
Bilarnir fingu eisini smávegis snuddir.
Í Havn fingu tveir bilførarar 1.000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Og ein annar bilførari fær 2.000 krónur í bót fyri at koyra 99 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað bara er loyvt at koyra 50.
Løgreglan varð eisini boðsent til ein privatan bústað, har tvey vaksin systkin rættiliga vóru komin til ilnar. Løgreglan fekk skilt tey sundur og fyri at fáa frið í lag aftur, var tað eina systkini koyrt út og og slept av hjá einum triðja systkini.
Altjóða fótbóltsdystur var í Gundadali í gjár, har KÍ, enn eina ferð vann, men tað elvdi ikki til eykaarbeiði hjá løgregluni, tí hóast fleiri fjepparar høvdu drukkið nakað nógv, var stak friðarligt.
Í hesum sambandi koyrdi løgreglan eisini runt at kanna skeinkistøðini, men har var lítið av fólki og alt lukkaði tá ið tað skuldi.