Tvær ferðir í gjár fóru alarmnir frá og boðaðu frá, at eldur var í, men í báðum førum var talan um falskan alarm.
Fyrru ferðina varð boðað frá eldi á brennistøðini á Hjalla. Men tað vísti seg, at tey vóru í ferð við at gera ymsar ábøtur í einum brenniovni og í tí sambandi høvdu tey koyrt royk ígjøgnum og tá fór alarmurin frá. Tað høvdu tey kortini gloymt at boða sløkkiliðnum frá, so tá ið sjálvvirkandi alarmurin á støðini fór frá, varð tað tikið sum um at eldur var í og tilbúgvingin fór til verka eftir tí.
Í tí seinna førinum varð boðað frá eldi í einum bygningi hjá Føroya Tele í Søldafjørði, men tað vísti seg at vera ein tekniskur feilur, sum hevði fingið alarmin at sláa til.