Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Berlin, har mótstøðuliðið hjá Føroyum er Pólland.
Hetta endaspælið hevur verið alt annað enn væleydnað hjá póllendingum, sum eru greiðir yvir, at teirra leiklutur í hesum endaspælinum verður liðugur í kvøld, og at teir eftir dystin ímóti Føroyum fara til hús.
Meðan Pólland ongan møguleika hevur at halda fram í miðumfarinum, so er møguleikin ikki burtur hjá Føroyum. Møguleikin er ikki stórur, men hann er ikki eingin.
Fyrsta treytin er, at Føroyar vinna ímóti Póllandi, og at Slovenia vinnur ímóti Norra. Um hetta fer at ganga upp, so verður tað málmunurin millum Norra og Føroyar, ið verður avgerandi, og í tí kappingini er Norra væl betri fyri, enn Føroyar undan dystunum í kvøld eru.
Tvær skiftingar eru gjørdar í føroyska hópinum. Nýggir á listanum eru Jónas Gunnarsson Djurhuus, sum var við ímóti Slovenia og sum ikki var við ímóti Norra, og so er Allan Norðberg fyri fyrstu ferð á listanum í Berlin.
Teir báðir avloysa Paula Mittún og Róa Ellefsen á Skipagøtu. Ísak Vedelsbøl er heldur ikki á listanum í kvøld. Tað var hann heldur ikki ímóti Norra.