Tveir dagstovnar lata aftur í Tórshavnar kommunu mánadagin vegna verkfall

Mánadagin 27. mai lata tveir dagstovnar aftur í Tórshavnar kommunu vegna verkfall.

Tíðindaskriv
24. mai 2024 kl. 14:30

Rusk verður ikki heintað, tí verkfall er. Tí er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp mánadagin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Stovnarnir, ið lata aftur í mánadagin eru:

Býlingshúsið Vesturi á Flat.

Býlingshúsið í Maritugøtu.