Tveir blaðungir dreingir fingu heilar sjey bøtur

Har var nógv, sum var galið - eitt nú koyrdu prutlini fleiri ferðir skjótari enn tey hava lov til

Áki Bertholdsen
28. oktober 2024 kl. 08:45

Í gjár tók løgreglan tvey prutl í Klaksvík og tað spældi ikki væl av teimum báðum blaðungu dreingjunum, sum koyrdu prutlini.

Teir fingu tilsamans sjey bøtur, sum tilsamans verða fleiri túsund krónur í part.

Í hesum sambandi vóru bæði prutlini útborað og tunað so at tey koyrdu nógvar ferðir skjótari enn tey høvdu loyvi at koyra.

Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, men tá ið løgreglan kannaði tað, vísti tað seg at koyra heilar 73,7 kilometrar um tíman, ella nóg meiri enn dupult so skjótt, sum tað hevur loyvi at koyra,

Hitt prutlið var eitt stórt prutl, sum hevur loyvi at koyra 45, men tað vísti seg at koyra heilar 88,4 kilometrar um tíman, ella næstan dupult so skjótt, sum tað hevur loyvi at koyra.

Bara tað lógarbrotið fáa teir einar 3.000 krónur í bót fyri í part.

Harafturat vísti tað seg at hvørgin av dreingjunum høvdu koyrikort til prutl og tann eini hevði heldur ikki aldur til at fáa koyrikort. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítið prutl, er 15 ár og til at fáa koyrikort til stórt prutl, er aldursmarkið 16 ár.

Tilsamans fingu hesi báðir dreingirnir sjey bøtur, sum tilsamans eru upp á fleiri túsund krónur.