Hetta er vikuskiftið har nøkur túsund fólk eru samlað á summarfestivali í Klaksvík, og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni.
Sum heild hevur tað verið friðarligt, tá ið hugsa verður um, hvussu stórt ballið er. Ein festivalgestur fær bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí hann kom í klammarí við tveir av vaktunum. Hann hevði verið so ólátaður, at hann skuldu vísast burtur av festivaløkinum.
Tað var hann ikki samdur í og tískil kom hann í klammarí við tveir duravørar, men tað endaði við, at løgreglan kom eftir hon og fekk hann burtur - men hann fær eina bót í postkassan ein av døgunum fyri atburðin.
Í nátt varð eitt fólk tikið á summarfestivalinum við rúsevnum uppi á sær, men talan var um so lítla nøgd, at tað verður mett at vera til egið brúk, og sosatt verður málið avgreitt við eini bót.
Og hóast summarfestivalurin snýr seg um tónleik - og uppaftur meiri tónleik, hendi tað sermerkta, at fólk ringdu til løgregluna at klaga um harðan tónleik á kampingøkinum á summarfestivalinum. Tað fekk Løgreglan ikki gjørt so nógv við.
Í nátt vórðu eisini tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í Gøtu og blóðroynd er tikin av teimum og so verður málið avgreitt eftir forskriftunum.