Tveir bilførarar tiknir fyri rúsevna-koyring
Annar varð tikin fyrrapartin og hin varð tikin í gjárkvøldið
Áki Bertholdsen
14. oktober 2024 kl. 07:41
Í gjár tók løgreglan tveir bilførarar í Havn fyri rúsevna-koyring
Løgreglan sigur, at tann fyrri varð tikin fyrrapartin í gjár, tá ið løgreglan steðgaði einum bili um tíggjutíðina og hin varð tikin beint fyri midnátt.
Løgreglan sigur, at í báðum førum fingu tey illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum, og tí eru teir skuldsettir fyri tað og blóðroynd er tikin av teimum.