Tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við ávirkaðir
Tað var á alljósum degi í gjár
Áki Bertholdsen
20. apríl 2024 kl. 11:00
Í gjár varð løgreglan á rundferð í Eysturoynni og á hesi ferðini vórðu nakrir bilar steðgaðir fyri at kanna eftir um alt var sum tað átti at vera. Hetta var seinnapartin í gjár.
Men tað var tað ikki hjá tveimum bilførarum. Tá ið teir vórðu bidnir um at blása í alkometrið, sló tað út. Sostatt vórðu teir skuldsettir fyri at koyra við kenning og teir vórðu so førdir til lækna at taka blóðroynd fyri at staðfesta, hvussu høga promillum teir høvdu og tað verður so avgerandi fyri revsingina.