Tveir bilførarar tiknir fyri at koyra rúsaðir

Annars hevur løgreglan havt tað stak friðarligt

Áki Bertholdsen
19. september 2024 kl. 08:26

Løgreglan hevur havt tað stak friðarligt seinastu dagarnar. Men í dag og í nátt eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Annar varð tikin í Klaksvík í nátt og hin varð tikin upp aftur longur norðuri seinnapartin í gjár.

Síðstu nátt varð løgreglan eisini á ferð og klipti nummarpláturnar av seks bilum í Havn har eigarin skyldaði vegskatt ella trygging, ella ikki var møttur til sýn við bilinum.