Tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir

- Báðir eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 13:00

Løgreglan tók í gjár tveir bilførarar, sum nú eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Tann fyrri varð tikin um 10-tíðina í gjár tætt við Vestmanna, og hin um 19.30-tíðina í Havn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði í morgun, at mátarin hjá teimum í báðum førum vísti, at bilførararnir vórðu ávirkaðir av rúsdrekka.

- Blóðroyndir vóru eisini tiknar, og tær verða avgerandi fyri, hvussu hesi málini verða avgreidd, segði vaktleiðarin.