Tveir bilførarar standa til at missa koyrikortið

Annar fyri at koyra ov skjótt og hon fyri at koyra ávirkaður

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Hóast veðrið hevur verið av tí ringasta, hevur tað kortini verið nakað avb bilum at sæð.

Og løgreglan hevur eisini givið sær stundir at gera ferðmátingar. Og í Kaldbaksbotni varð ein bilførari tikin fyri at koyra 114 kilometrar um tíman og sostatt missur hann koyrikortið treytað.

Løgreglan fór eisini til ein bil, har tey høvdu illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Tá ið løgreglan kom til bilin stóðu trý fólk uttan fyri, men tey vildu ikki siga, hvør av teimum tað var, sum koyrdi. Løgreglan sigur, at øll trý vórðu ávirkað av rúsevnum, so tey vórðu øll koyrd á Landssjúkrahúsið at taka eina blóðroynd.

Samstundis eru øll trý skuldsett fyri at koyra ávirkað av rúsevnum, og uppi á tí eina fólkinum fann løgreglan eisini ymsa ólógliga útgerð at roykja hassj við.

Á veg á Landssjúkrahúsið fortaldu tey kortini, hvør bilførarin var, men tað áliggur løgregluni at prógva tað. Tí fer løgreglan at kanna málið, eitt nú fara tey at kanna vakmyndatól, sum eru beint við fyri at síggja, hvør av teimum tað er, sum kemur út ígjøgnum førarahurðina.

Løgreglan var eisini eftir einum manni, sum lá avdottin, men hann var so ólátaður, at hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær og hann fær eisini 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.