Ongi úrslit

Tveir bilførarar missa helst koyrikortið fyri óhapp í Havn

Eingin fólkaskaði var, men nakað av skrokkskaða

Áki Bertholdsen
18. februar kl. 08:20

Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi sum hevði verið í Havn. Tað var í rundkoyringini við Tórsbreyt á Sundsvegnum.

Har var tað ein bilur, sum ikki helt víkiskylduna í rundkoyringini og rendi á ein annan bil.

Bilførarin er skuldsettur fyri at hava brotið treytaleysu víkiskylduna.

Í gjár varð somuleiðis boðað frá einum ferðsluóhappi í Varðagøtu í Havn. Ein bilur, sum kom av eini síðugøtu, ansaði ikki eftir tá ið hann kom út á Varðagøtu og rendi á ein buss hjá Bussleiðini, sum kom eftir Varðagøtu.

Eisini hesin bilførarin er skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna.

Tá ið víkiskylda ikki verður hildin, er revsingin ein bót og klipp í koyrikortið. Men endar tað við samanstoyti verður lagt upp til, at bilførarin, sum ikki heldur víkiskylduna, skal missa koyrikortið treytað og má sostatt taka tað umaftur.

Løgreglan sigur, at nú skulu frágreiðingar skrivast um hesi bæði óhappini og so verður støða tikin til um nakrar serligar umstøður gjørdi seg galdandi sum kunnu gera, at teir ikki missa koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

8 tímar síðan