Tveir bilførarar koyrdu ávirkaður

Ein lítil stormskaði varð fráboðaður í gjár og við Vágatunnilin var ferðsluruðuleiki eina løtu

Áki Bertholdsen
8. november 2024 kl. 07:58

Í gjár tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir. Annar varð tikin í Havn og hin í Eysturoynni.

Bilførarin, sum varð tikin í Havn mitt í gjár, var ávirkaður av rúsevnum og hin, sum varð tikin í Eysturoynni í gjárkvøldið, hevði kenning.

Í gjár var rættiliga nógvur vindur, men løgreglan sigur, at tey fingu bara eina fráboðan um stormskaða. Tað var í Kelduni í Skálafjørði, at ein úthurð og eitt vindeyga fóru við teirri avleiðing, at tað regnaði illa inn. Bjargingarliðið varð boðsent og fekk bjargað støðuni.

Annars var flogferðslan eisini rættiliga illa tarnað av veðrinum og flogfør vórðu seinkað. Og tað elvdi til langar bíðirøðir við Vágatunnilin, tí tey arbeiddu í tunlinum og í tí sambandi var hann bara opin onkrar løtur inn ímillum.

Men løgreglan sigur, at tey fingu borið so í bandi, at ferðslan í sambandi við flogvøllin, slapp ígjøgnum so bíðitíðin var ikki so long.