Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar í sínum vanliga eftirliti við ferðsluni. Og hetta verður ein dýrur umgangur hjá báðum bilførarunum.
Hvørgin av teimum hevði nevniliga koyrikort. Ein bilførari varð tikin í Klaksvík í bili, hóast hann ongantíð hevði tikið koyrikortið.
Og í Havn varð ein bilførari tikin í bili, hóast hann hevur mist koyrikortið stutt síðani og tað ikki var komið hartil, at hann kundi taka tað aftur.
Tað merkir, at umframt at verða skuldsettur fyri at koyra við ongun koyrikortið, er hann eisini skuldsettur fyri at koyra í frákenningartíðini.
Og oman á alt tað hevði hann eisini kenning, so tað er hann eisini skuldsettur fyri.
Minsta bót fyri at koyra við ongum koyrikorti er 5.000 krónur.