Tveir bilførarar fingu klipp
Ein hevði eitt smábarn sitandi leyst í bilinum
Áki Bertholdsen
6. september 2024 kl. 12:01
Í gjár og í fyrradagin gjørdi løgreglan ferðslukanning bæði í Eysturoynni og í Suðuroy.
Úrslitið var ikki verri enn ilt. Í Eysturoynni varð bara ein bilførari tikin, men hann fekk 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Í Suðuroy vórðu tríggir bilførarar tiknir. Tveir sótu ikki í trygdarbelti og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.
Men so var tað ein, sum hevði eitt smábarn í bilinum, uttan at syrgja fyri at tað sat í trygdarbelti og tað kostar honum 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikorti.