Tveir bilførarar fingu bót - serliga hjá tí eina verður tað dýrt
Løgreglan hevur kannað ferðsluna í Eysturoy
Áki Bertholdsen
13. apríl 2024 kl. 09:19
Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Eysturoynni. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at tveir bilførarar fingu bót.
Annar bilførarin fekk 1.000 krónur í bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Men serliga hjá hinum verður tað dýrt, tí hann koyrdi bil, hóast hann ikki hevði koyrikort.
Hann hevði mist tað í eina tíð, men tað var ikki komið har til, at hann kundi taka tað aftur. Revsingin fyri tað er ein heil mánaðarløn í bót, eftir skatt.