Tveir bilførarar fingu 5.000 krónur í bót

Tilsamans hevur løgreglan tikið fimm bilførarar í gjárkvøldið og í nátt

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Løgreglan hevur havt nógv at gera í sambandi við ferðslu í gjárkvøldið og í nátt.

Í hesum sambandi eru tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir og tveir eru tiknir við ongum koyrikorti.

Á midnátt varð ein bilur steðgaður í Vágum og tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði einki koyrikort.

Og mitt í nátt varð eisini ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort. Løgreglan vil ikki siga um teir ongantíð høvdu havt koyrikort, ella um teir høvdu mist tað, men ikki høvdu fingið upp í lag at taka tað aftur.

Tað einasta, løgreglan sigur, er, at báðir høvdu aldur at koyra bil. Men undir øllum umstøðum er tað ein dýr søga, tí teir fáa heilar 5.000 krónur í bót í part.

Annars hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, teir vórðu báðir tiknir í Havn.

Og í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og tað var eisini í Havn.