Tveir bilar stolnir í Havn - løgreglan biður um hjálp

- Annars er afturfunnin, men leitað verður framvegis eftir hinum

Løgreglan leitar eftir einum bili sum hesum
Áki Bertholdsen
12. januar 2024 kl. 07:51

Í gjár vórðu tveir bilar stolnir í Havn. Hetta var á alljósum degi seinnapartin í gjár.

Løgreglan sigur, at tann fyrri bilurin varð stolin uttan fyri ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum í Havn beint eftir døgurða í gjár onkuntíð ímillum klokkn 13.45 og klokkan 14.15.

Hann varð afturfunnin, óskaddur, við Posta á Óðinshædd eitt sindur seinni. Men har á Óðinshædd varð so ein annar bilur stolin og tað er hent onkuntíð ímillum klokkan 13.30 og klokkan 17.

Løgreglan hevur illgruna um, at samanhangur er ímillum báðar stuldrarnar. Tann bilurin er ikki afturfunnin enn. Løgreglan sigur, at talan er um ein Nissan Qashqai frá 2017. Hann hevur ein rættiliga sermerktan lit, tí hann er bronsulittur. Hann hevur nummarplátuna TS 327.

Løgreglan sigur, at hevur onkur sæð hann, eru tey vælkomin at siga frá, sigur løgreglan

Løgreglan veit ikki, hvussu tjóvurin, ella tjóvarnir, hava fingið fatur á lyklunum, men eigarin hevur eigarin latið teir ligið í bilinum, er tað ólógligt og tað fær eigarin bót fyri.