Tveir bilar fóru út av - og tveir bilførarar fingu bót

Løgreglan ávarar bilførarar um at koyra varliga í morgun

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga friðarlig hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið. Men løgreglan sigur, at tað er rættiliga hált ymsastaðni í morgun, so tey ávara bilførarar um at koyra varliga. 

Tað var eisini hált í gjárkvøldið og í nátt og løgreglan veit um tveir bilar, sum eru farnir út av. Men tey siga, at í báðum førum var bara talan um smávegis skrokkskaða - og báðir bilfarnir høvdu góð fekk og báðir bilførararnir vóru edrúir. 

Hinvegin fekk ein bilførari 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðam hann koyrdi. 

Og so fekk ein annar bilførari 1.000 krónur í bót tí hann hevði ikki skavað ís og kava av rútunum, áðrenn hann fór í bilin. 

Løgreglan minnir á, hvussu stóran týdning tað hevur, at bilførarar hava gott úrsýni í ællar ættir og tí er tað eitt lógarkrav, at bilførari reinsar rútirnar áðrenn hann fer í bilin - og tað er ikki nokk at gera sær eitt lítið hol at hyggja út ígjøgnum.