Tveir bankar boðar frá at teir lækka renturnar
Lækkingarnar koma í gildi í næsta mánaða
Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 17:20
Stutt fyri jól vórðu altjóða renturnar enn eina ferð lækkaðar, og í kjalarvørrinum á tí boðaði Betri Banki frá, at tey eisini lækka renturnar.
Og nú boða eisini Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi frá, at nú lækkar rentan eisini hjá teimum.
Báðir bankarnir lækka renturnar tað sama. Tað merkir, at útlánsrenturnar hækka upp til 15 prosentstig og innlánsrenturnar hækka upp til 25 prosentstig.
Rentulækkingarnar eru galdandi fyri bæði privatkundar og vinnuvirki.
Hjá Suðuroyar Sparikassa koma broytingarnar í gildi tann 20 februar og hjá Føroya Banka koma tær í gildið 17. februar.