Tvær koppsetingar geva atgongd til steypafinalurnar

Hondbóltssambandið hevur avgjørt, at tey, ið hava fingið tvær koppsetingar, kunnu keypa atgongumerki til steypafinalurnar um vikuskiftið. Ein avgerð, sum minnir nógv um stóra kjakið, sum er kring Evropa í løtuni um at gera mun á samfelagsins borgarum.

Ari av Rana
19. februar 2021 kl. 14:35

Stóra finaluvikuskiftið í hondbólti byrjar í dag, men orsaka av koronatilmælunum verða ikki eins nógvir áskoðarar, sum vanliga hava verið.

Hondbóltssambandið hevur avgjørt, at tey feløgini, sum eru umboðaði í finalunum, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu. Feløgini velja sjálvi hvør skal hava møguleika at keypa atgongumerki til finalurnar.

Fólk við tveimum koppsetingum sleppa eisini

Í dag boðar HSF frá, at nøkur onnur eru, sum kunnu keypa atgongumerki til finalurnar.

- Tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri korona, og í minsta lagi átta dagar eru farni, síðani seinnu koppsetingina, kunnu, við at vísa sítt koppsetingarkort fram, frítt keypa atgongumerki til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum, skrivar HSF á heimasíðuni.

Stórt kjak í limalondunum í Evropa Samveldinum

Avgerðin nemur við stóra kjakið kring Evropa, um hvørt man skal gera mun á teimum borgarum, sum eru liðugt koppsettir, og teimum, sum ikki eru.

Í fleiri evropeiskum londum verður tosað um man skal gera eitt koronapass, sum borgarar, sum eru liðugt koppsettir, kunnu fáa, so at hesi fáa kunnu fara á kaffistovur, út at eta, í biograf, og í hesum førinum, til steypafinalur í hondbólti.

Meðan summi halda at hetta er eitt gott hugskot og ein sjálvfylgja, halda onnur, at við hesum verður gjørdur munur á borgarum – at borgarar tá verða býttur í a-borgarar og b-borgarar.

Hvussu er og ikki, so sleppa tey, sum eru liðugt koppsett, at njóta stemningin í Høllini á Hálsi um vikuskiftið, nú stepafinalurnar í hondbólti verða spældar.