Leygardagin fer Tjóðveldi fund har tey skulu velka nýggja forkvinnu fyri Høgna Hoydal, sum nú hevur lagt frá sær eftir 24 ár sum formaður í flokkinum.
Og tað er greitt at tað verður ein kvinna, sum skal standa á odda fyri flokkinum, tí tá ið freistin at stilla upp, fór á midnátt, eru tvær kvinnur í uppskoti at verða forkvinna í Tjóðveldi. Tær eru Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum og almannamálum.
Flokkurin sigur í tíðindaskrivi, at tey skulu eisini velja næstforkvinnu - og tað verður eisini ein kvinna, tí bara eitt uppskot er til tað starvi og. tað er Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna.
Sostatt verða tað tvær kvinnur, sum fara at mynda Tjóðveldi
Annars hevði ein limur í Tjóðveldi skotið upp at velja Dennis Holm til formann, men hann hevur boðað floksleiðsluni frá, at hann tekur ikki við valinum.